◦ Neo-traditional ◦ Illustrative ◦ Kids’ drawings ◦ Hand-writing ◦ Old-school ◦ Watercolour ◦ Fine-line ◦ Bold ◦ Colour ◦ Black/Grey ◦

silja “billy boy” eystberg

Listafólk
// Artist


Billy hevur altíð verið kreativ og virkin. Barnaárini vórðu nýtt til at tekna (helst í skúlatíð), at ganga til ríðing, filmeik, skótar, klaver, bowling og at dansa ballet, har tey enntá hava dansað fyri Drotning Margretu.
Sum 13 ára gomul flutti Billy úr Danmark til Føroya. Lívið í Føroyum varð nakað meiri friðaligt, so øll frítiðin varð nýtt til at tekna, mála og sum heild at menna teirra listaligu evnir.

Sum 20 ára gomul avgjørdi Billy at flyta enn einaferð. Hesuferð til Onglands at nema sær eina listaliga úbúgving á Cambridge School of Art.
Í 2016 varð bachelorprógvið í Fine Arts í hús.

Í dag er Billy yrkislistafólk og er vanliga við í fleiri framsýningum árliga. Tilsamans hava tey verið við í áleið 30 framsýningum, harav hava 7 verið einstaklingaframsýningar. Millum annað hava Billy og Laura havt eina felagsframsýning í Smiðjuna í Lítluvík í 2021.
Sama árið bleiv listaverk hjá Billy partur av listasavninum hjá Føroya Banka.

Eisini hevur Billy myndprýtt fleiri barnabøkur. Síggja nakrar av teimum her.

Afturat teirra ómetaliga áhuga í at tekna og mála, dámar Billy eisini at fórdjúpa seg í onnur kreativ áhugamál. Tey hava t.d. verið freelance model, myndprýðari til telduspøl, makeup- og SFX-artist í fleiri føroyskum stuttfilmum. Tey hava enntá gjørt eina UV-graffiti bakgrund til krimi-sendirøðina, TROM.

Hóast teirra viðurkenda listaliga arbeiði, so hevði Billy altíð ein dreym um at gerast tattovør. At læra ta fornu listagreinina at prýða menniskju.

Ein dreymur, ið nú gerst veruleiki ♡

Billy has always been creative and active. Their childhood years were spent drawing (especially during school-hours), horse-riding, gymnastics, scouts, piano, bowling and ballet-dancing, where they even danced for Queen Margrethe of Denmark.
At 13, Billy moved from Denmark to the Faroe Islands. Life in the Faroes was much quieter so all of their free time was spent drawing, painting, and in generally honing their artistic skills.

At the age of 20, Billy decided to move yet again. This time to England to pursue further education in Fine Arts at the Cambridge School of Art.
And in 2016 they received their honours degree in Fine Arts.

Today Billy is a professional artist and usually participates in several exhibitions a year. They’ve participated in about 30 exhibitions so far, 7 of which have been solo-exhibitions. One of which was a joint exhibition with Laura in Smiðjuna í Lítluvík in 2021. That same year, Billy’s artwork became part of the Føroya Banka art-collection.

Billy has also illustrated several children’s books, some of which can be seen here.

In addition to their immense interest in drawing and painting, Billy also likes to explore other creative ventures. They have for example worked as a freelance model, video-game illustrator, makeup and SFX artist for several Faroese short films. They have even made a UV-background for the crime-fiction show, TROM.

Although they have an established artistic career, Billy always dreamt to become a tattoo artist. Learning the ancient art of decorating the human body,

A dream that is now becoming a reality ♡