◦ Fine-line ◦ Microrealism ◦ Hand-writing ◦ Kids’ drawings ◦ Pet Portraits ◦ Black/Grey ◦

Listakvinna
// Artist

Sanna Dulavík


Sanna hevur altíð teknað og málað, serliga hevur hon málað nógv.
Málningarnir vórðu ofta nýttir at arbeiða í gjøgnum mongu kenslurnar ið ofta koma, tá ein flytur til eitt nýt stað. Sanna hevur nevnliga búð í Norra, Danmark og í Føroyum.

Oljumáling dróg størsta áhugan hjá Sannu og valdi hon eisini at hava list á A-støði á Glasi.
Hon hevur eisini havt tríggjar framsýningar við vøkru og sermerktu list sínari.

Í gjøgnum alt lívið hevur Sanna fingist við alt kreativt. Hon teknar, málar, bindur, fæst við filmslist, myndatøku, streetart, ger leirlist, og sjálvsagt, so tatoverar hon eisini.

Sanna hevur droymt um at tatovera síðani hon var 15 ára gomul. Um hetta mundi byrjaði hon at gera lítlar stick-and-poke tatoveringar á vinfólki og sær sjálvari. Frá hesum hevur hon sjálv fýra tatoveringar, og vinfólk við fleiri fittligum tatoveringum.
Hetta førdi til, at Sanna fór at kanna tatoveringsheimin nærri. Hon leitaði sær vitan um listagreinina, keypti sær eina maskinu og setti seg m.a. í samband við Valkyrja Tattoo Studio.

Líka síðani hevur Sanna ment síni evnir. Henni dámar sera væl at gera lítlar, fittar tatoveringar, serliga microrealism og fineline, tó er hon altíð til dystin fús tá ið størri verk skulu gerast!

Sanna has always been drawing and painting, especially painting.
Her painting often helped her to process the many emotions that come with moving to a new place; Sanna has lived in Norway, Denmark and the Faroe Islands.

Oil painting in particular piqued her interest, and she went on to study A-level art at Glasir College. She has also had three exhibitions showcasing her beautiful and unique artwork.

Throughout her life Sanna has explored all kinds of creative pursuits. She draws, paints, knits, works on film projects, takes photographs, creates street art, works with ceramics, and of course, tattoos.

Sanna has dreamt of becoming a tattoo artist since she was 15 years old. Around that time, she began giving herself and her friends small stick-and-poke tattoos. She still has four of these herself, while her friends have several more small tattoos to show for it.
This sparked her interest in exploring the world of tattooing more seriously. She began studying the artform, bought herself a tattoo machine and got in touch with Valkyrja Tattoo Studio.

Since then, Sanna has continued to hone her craft. She particularly enjoys creating small, delicate tattoos, especially microrealism and fineline, but she is always keen to take on the challenge of larger pieces too!