Góð ráð til avtaluna
Tak pdf-fíluna við góðum ráðum til avtaluna niður her
-
Svøvn
Fá góðan svøvn náttina fyri tína avtalu.
-
Et
Et eina búrmáltíð áðrenn avtaluna, og drekk nógv vatn.
-
Ábit
Tak góðgæti og okkurt at drekka við, so blóðsukrið ikki krassjar.
-
Reinføri
Tryggja tær, at tú ert rein/ur áðrenn avtaluna, og ikki hava sterkt luktilsi á.
-
Prógv
Hav prógvið við. Tað er 18 ára aldursmark at fáa tatovering.
-
Undirhald
Tak endiliga oyrabúffar, bók ella annað við, so tú hevur okkurt undirhald.
-
Vælvera
Lat teg í klæðir, ið tú kennir teg væl í. Økið, ið skal tatoverast, skal vera lætt at koma til.
-
Klæðir
Tað er ein sannroynd, at blekk svansar. Lat teg ikki í klæðir, sum tú er eym/ur um.
-
Sjúka
Bið um eina nýggja tíð, um tú ikki kennir teg væl.
-
Rúsevnir
Ikki vera rúsað/ur. Eru tekin um, at tú ert rúsað/ur, verður tú ikki tatoverað/ur
Tú skalt eiheldur hava timburmenn. -
Gestir
Um tú tekur gestir við tær, vinarliga havið virðing fyri arbeiðnum, ið fer fram, og avmarkaða plássinum í handlinum.