røkta tína Tatovering
Tín nýggja tatovering tekur ein góðan mánað at lekja heilt.
Fylg leiðbeiningina fyri besta úrslitið!
Tak pdf-fíluna við leiðbeiningunum niður her
Umbinding skal vera á nýggju tatoveringini í 2-6 tímar, ella náttina yvir.
Um tú hevur fingið Eingla-húð á, kann hetta vera á í 3-4 dagar.
Eingla-húðin fæst lættast av undir brúsuni við lunkaðum vatni og mildari sápu uttan luktilsi.
Tá umbindingin er komin av, vaska so blóð, blekk og salvuleivdir burtur við vatni og mildari sápu uttan luktilsi.
Vaska tatoveringina 2-3 ferðir um dagin í 1-2 vikur.
Nýt einnýtispappír at turkar tatoveringina. Ikki handklæð.
Við reinum hondum, smyr eitt tunt lag av salvu á 5-8 ferð um dagin. Kenst tatoveringin turr, smyr so á.
Ikki klóra, skriða, pilka ella skava nýggju tatoveringina.
Ikki fara í baðikar, svimjuhyl, hitapott, sauna ella líknandi fyrr enn tatoveringin er lekt.
Vit viðmæla, at tú skiftir seingjaklæðini áðrenn tú svevur uttan umbinding.
Eigur tú húsdjór, skulu hesi ikki sova í kamarinum fyrr enn tatoveringin er lekt.
Tatoveringin skal ikki hava beinleiðis sólarljós fyrsta mánaðin.