H e y ♡
vit eru
L a u r a & S o f í a
Sofía
Andreassen
Kvinnan, við myrkum tatoveringum, ið ger tær mest delikatu tatoveringarnar, tú nakrantíð hevur sæð!
LAura
Gunnváardóttir
Kvinnan, har persónligheits-typan “bold and colourful”, sæst aftur í øllum, sum hon ger!
Tíðliga í 2023 fingu vit tann gylta møguleikan at lata okkara egna handil upp og vit vóru til dystin fús!
Nógvir tímar, dagar og vikur vóru nýttar at vaska, pussa, spartla, pussa meira, dustsúgva, mála, byggja, vaska, mála, o.s.fr. Hetta ljóðar kanska, sum nakað nógv at fara í gongd við, og tað var tað sanniliga eisini.
Men, tá ið tú hevur við tvær kreativar damur at gera, so er næstan einki, ið ikki er gjørligt, og áðrenn vit vistu av, so var handilin klárur. Nøkulunda, í hvussu so er!
Vit lótu dyrnar upp hósdagin 9. mars í 2023, og hava rokast líka síðani, og gleða okkum til alt, ið framtíðin hevur at bjóða
Hvussu arbeiða vit?
Vit stremba eftir, at gera títt upplivilsi so gott sum gjørligt.
Mesta av okkara virksemi er serteknaðar tatoveringar til okkara einstaku kundar. Eyðsæð, so merkir hetta, at flestu av okkara kundum fáa eitt serstakt listaverk, ið er gjørt júst til tey.
Vit eru listakvinnur, fyrst og fremst. Við at nýta listina, vilja vit fremja vakurleikan hjá einstaklinginum og abeiða við nattúrligu linjunum á kroppinum.
Tá ein tatoverar, setur ein varandi merki á eitt annað menniskja. Hetta er álvarsamt og ein stór ábyrgd hjá tí, sum tatoverar. Tað er ein risastór æra, at ein annar persónur hevur so stórt álit á tær sum listafólk.
Hetta álitið er ikki at forsmáa, og vit eru hjartans takksamar fyri tað.
Títt hugskot
Tær nýtist ikki at vita við 100% vissu, akkurát hvussu tín tatovering skal síggja út. Sig okkum títt hugskot og vit hjálpa tær fegin at gera hugskotið til veruleika.
Vit koma eisini við uppskotum, soleiðis, at vit í felag kunnu menna bestu loysnina til tín!
Okkara verk
Tá semja er komin, byrjar tann mest spennandi parturin; tatoveringin!
Vit nýta bert hágóðsku tól, nálir og blekk at útynna okkara listaverk. Vit leggja nógv arbeiði og kærleika í, at bæði vit og tú eru væl nøgd við endaliga úrslitið!
Reinføri
Vit hava báðar lokið EU-góðkent reinførisskeið.
Tað er av alstórum týdningi hjá okkum, at øll, ið koma inn í okkara handilshølir, eru í tryggum, reinførum og dugnaligum hondum. Vit stremba eftir, at hava ein handil, har trygd og reinføri eru í hásæti.
Okkara sannføring
Hjá Valkyrja leggja vit dent á at vera fevnandi og fyrikomandi.
Heimurin er fjølbroyttur, menniskju eru fjølbroytt, og vit ynskja at rúma øllum so væl, sum vit kunnu.
Okkara sannføring er, at munur eigur ikki at verða gjørdur á fólki, óansæð kyni (lívfrøðiliga ella sosialum), húðarliti, seksualiteti (lgbtqia+), átrúnaði, politiskari sannføring ella um ein er neurodivergentur ella -typiskur.