H e y ♡
vit eru
L a u r a & S o f í a
LAura Gunnváardóttir
Sofía Andreassen
Kvinnan, við myrkum tatoveringum, ið ger tær mest delikatu tatoveringarnar, tú nakrantíð hevur sæð!
//
The woman with the dark tattoos who makes the most delicate tattoos you have ever seen!
Kvinnan, har persónligheits-typan “bold and colourful”, sæst aftur í øllum, sum hon ger!
//
The woman where the personilty-type “bold and colourful” is visible in everything she does!
Okkara søga
Tíðliga í 2023 fingu vit tann gylta møguleikan at lata okkara egna handil upp og vit vóru til dystin fús!
Nógvir tímar, dagar og vikur vóru nýttar at vaska, pussa, spartla, pussa meira, dustsúgva, mála, byggja, vaska, mála, o.s.fr. Hetta ljóðar kanska, sum nakað nógv at fara í gongd við, og tað var tað sanniliga eisini.
Men, tá ið tú hevur við kreativar damur at gera, so er næstan einki, ið ikki er gjørligt, og áðrenn vit vistu av, so var handilin klárur. Nøkulunda, í hvussu so er!
Vit lótu dyrnar upp hósdagin 9. mars í 2023 í Jónas Broncksgøtu. Ein ómetaliga spennandi kappitul stóð fyri framman.
Men hølini vóru kanska ov trong til framtíðar ætlanirnar. Nýggj hølir skuldu finnast!
Leygardagin, 30. august í 2025, lótu vit so dyrnar upp í nýggjum hølum saman við Freyu Leikum.
Síðani eru tað ikki bert 1, men 2 tatovørar, ið eru vorðnir partur av okkara lítlu eind.
Ein nýggjur, enn meiri spennandi kapittul varð sostatt byrjaður.
Vit rokast enn eins nógv og áður, og vit gleða okkum enn meria til alt, ið framtíðin hevur at bjóða.
♡
Our history
Early in 2023 we received the golden opportunity to open up our own shop, and we were ready!
Many hours, days and weeks were spent cleaning, sanding, spackling, sanding more, vacuuming, painting, building, cleaning, paint, etc. This might sound like it would be a lot to do, and it surely was.
But, when you’re dealing with creative women, there is almost nothing that isn’t possible, and before we knew, the shop was ready.
Somewhat, at least!
We opened the doors thursday the 9th of March 2023 in Jónas Broncksgøta. An incredibly exciting chapter stood before us.
But, perhaps the quarters were too tight for future plans. New quarters had to be found!
On saturday, the 30th of august 2025 we opened our doors again in our new space along with Freya Leikur.
Since then not just 1, but 2 artists have become part of our little unit.
A new, exciting chaper was thusly started.
We’re still tinkering about just as much as before, and we are even more excited bout what the future holds.
♡
Hvussu arbeiða
vit?
*English below
Vit stremba eftir, at gera títt upplivilsi so gott sum gjørligt.
Mesta av okkara virksemi er serteknaðar tatoveringar til okkara einstaku kundar. Eyðsæð, so merkir hetta, at flestu av okkara kundum fáa eitt serstakt listaverk, ið er gjørt júst til tey.
Vit eru listafólk, fyrst og fremst.
Við at nýta listina, vilja vit fremja vakurleikan hjá einstaklinginum og arbeiða við natúrligu linjunum á kroppinum.
Tá ein tatoverar, setur ein varandi merki á eitt annað menniskja. Hetta er álvarsamt og ein stór ábyrgd hjá tí, sum tatoverar. Tað er ein risastór æra, at ein annar persónur hevur so stórt álit á tær sum listafólk.
Hetta álitið er ikki at forsmáa, og vit eru hjartans takksamar fyri tað.
Títt hugskot
Tær nýtist ikki at vita við 100% vissu, akkurát hvussu tín tatovering skal síggja út. Sig okkum títt hugskot og vit hjálpa tær fegin at gera hugskotið til veruleika.
Vit koma eisini við uppskotum, soleiðis, at vit í felag kunnu menna bestu loysnina til tín!
Okkara verk
Tá semja er íkomin, byrjar tann mest spennandi parturin; tatoveringin!
Vit nýta bert hágóðsku tól, nálir og blekk at útynna okkara listaverk.
Vit leggja nógva orku og kærleika í, at bæði vit og tú eru væl nøgd við endaliga úrslitið!
Reinføri
Vit hava lokið EU-góðkent reinførisskeið.
Tað er av alstórum týdningi hjá okkum, at øll, ið koma inn í okkara handilshølir, eru í tryggum, reinførum og dugnaligum hondum. Vit stremba eftir, at hava ein handil, har trygd og reinføri eru í hásæti.
Okkara sannføring
Hjá Valkyrja leggja vit dent á at vera fevnandi og fyrikomandi.
Heimurin er fjølbroyttur, menniskju eru fjølbroytt, og vit ynskja at rúma øllum so væl, sum vit kunnu.
Okkara sannføring er, at munur eigur ikki at verða gjørdur á fólki, óansæð kyni (lívfrøðiliga ella sosialum), húðarliti, seksualiteti (lgbtqia+), átrúnaði, politiskari sannføring ella um ein er neurodivergentur ella -typiskur.
How do we work?
We strive to make your experience as good as possible.
We specialise in custom tattoos made especially for each of our customers. Clearly, this means that most of our customers get a unique piece of art made just for them.
We are artists first and foremost. By using art we want to emphasise the beauty of the individual and work with the natural lines of the body.
When you tattoo someone, you are putting an everlasting mark on another human being. This is a very serious thing and is also a huge responsibility to the person tattooing. It is an absolute honour as an artist that someone else gives you this kind of trust.
This trust should not be brushed off and for this trust we are grateful from the bottom of our hearts.
Your idea
You do not have to know with 100% certainty exactly what you want your tattoo to look like. Tell us your idea and we will gladly help you realise your idea.
We will also come with suggestions, so together we can find the best solution for you!
Our work
When an agreement has been met, is when the fun part starts, the tattoo!
We only use quality equipment, needles and ink to perform our art. We put a lot of effort and love into our work, so both we and you can be happy with the final result!
Hygiene
We have fulfilled an EU-approved hygiene course.
It is of the utmost importance to us that every person that enters our shop is in safe, hygienic and capable hands.
We strive to have a shop where safety and hygiene are the top priority.
Our beliefs
At Valkyrja we want to emphasise inclusivity and wish for all to feel welcome.
The world is diverse, humans are diverse, and we hope to accommodate everyone
to the best of our abilities.
We stand firm in our beliefs that everyone deserves to be treated equally. No matter your gender (biological or social), skin colour, sexuality (lgbtqia+), religious beliefs, political beliefs or if they are neurodivergent or -typical.